Væl eydna skeið
Styrki Fitness hevur verið karmur um tveir daga langum skeiði við Niels Áka Mørk - Føroya, Danmarks og Norðurlendska meistaranum í vektlyfting. Niels Áki, sum eisini er virkin nevndarlimur í Styrkisamband Føroya, deildi út av sínum royndum mánadagin 25. og mikudagin 27. mars í venjingarmiðstøð okkara.
Vit takka fyri stóru undirtøkuna og vilja nýta høvið til at takka øllum, sum luttóku, fyri teirra áhuga og ágrýtni.
Vit vóna, at hetta skeiðið hevur givið øllum luttakarum nýggjan íblástur, nýggja vitan og nýggja orku at seta sær hægri mál í teirra persónligu ítróttarferð.