PERSÓNLIG VENJING

Persónlig venjing við Sigurð Marner Simonsen

Sigurð Marner Simonsen er 42 ára gamal og er útbúgvin fysioterapeutur á Metropol í Keypmannahavn. Hann hevur starvast sum fysioterapeutur í 12 ár, og hevur tí hollar royndar innan fysioterapi og venjing. Sigurð Marner kann hjálpa tær í gongd við at venja, og hvussu tú venur rætt. Hevur tú onkran skaða, so kann Sigurð Marner sum fysioterapeutur hjálpa tær við at venja við skaðanum.

Nærri kunning fæst vit at seta seg í samband við Sigurð Marner á styrkifitness@styrkifitness.com ella á tlf. 503124

Sólrun sigur um seg sjálva…….

Eg eiti Sólrun Vestergård Kjærbo, 23 ára gomul og uppvaksin í Sumba - nú búsitandi í Keypmannahavn. Í 2021 flutti eg til Keypmannahavn og bleiv útbúgvin persónligur venjari og kostráðgevi. Seinastu 2,5 árini havi eg brúkt mína útbúgving bæði í Føroyum og í Danmark. Dagliga eri eg fysioterapeut-lesandi á Københavns Professionshøjskole, og byrji eftir summar mína 3. lestrarhálvu. Eftir skúlatíð arbeiði eg í Fysisk Form, har eg m.a. undirvísi í holdvenjingum og havi persónliga venjing við fólki.

1 tími við persónligari venjing - 250 kr.

Nærri kunning fæst vit at seta seg í samband við Sólrun á solrunkjaerbofitness@gmail.com ella tlf: +45 81958585

Persónlig venjing við Sólrun Vestergård Kjærbo

Persónlig venjing við Martu í Lágabø

Marta sigur um seg sjálva….

Eg eiti Marta í Lágabø, eri fødd í 2001 og búgvi og eri uppvoksin í Vági. Eg havi altíð havt áhugað fyri ítrótti og havi gingið hondbólt, rógving o.a.
Eftir skeið á ítróttarháskúlanum í Vági í 2018, havi eg regluliga vant styrkivenjing í fitness.
Í 2021 fór eg niður í skúla á Fitness Institute í Keypmannahavn, har eg bleiv útbúgvin sum persónligur venjari og kostráðgevi.

Hvat leggi eg dent á sum persónligur venjari?

Eg vil fegin hjálpa tær við venjing, um tað er at koma í gongd at venja og læra at gera rørslurnar rættar, soleiðis at tú kanst koma at venja sjálvstøðugt, blíva sterkari ella fáa betur kondititión.
Fyri meg er venjing meir enn bert at tapa ella taka nøkur kilo uppá. Venjingarmiðstøðin er eitt stað, har tú fært eina fríløtu og kann kobla frá tankum, stressi ella øðrum, sum eru í einum gerandisdegi.

1 tími við persónligari venjing - 250 kr.

  
Fyri nærri kunning kunnu tit seta tykkum í samband við Martu:
Mail: martanlagabo@gmail.com
Tlf : 580406

Venjingarætlan frá Martu

4 vikurs venjingarætlan - 200 kr

8 vikurs venjingarætlan - 350 kr

12 vikurs venjingarætlan - 500 kr

Venjingarætlan á 4 vikur + 1 tíma við mær fyri 549,-

Venjingarætlan á 8 vikur + 1 tíma við mær á 649,-

Venjingarætlan á 12 vikur + 1 tíma við mær fyri 799,-